Føroyingafelagið í Aarhus 3.07

Hermodsvej 3A
Åbyhøj, 8230
Denmark

About Føroyingafelagið í Aarhus

Føroyingafelagið í Aarhus Føroyingafelagið í Aarhus is a well known place listed as Organization in Åbyhøj ,

Contact Details & Working Hours

Details

Ársgjaldi fyri limaskap er 100 kr og kann gjaldast via MobilePay á 4234 6511. Eisini er møguligt at nýta bankaflyting reg 6509 konta 3050232742. Minnst til í báðum førum at viðmerkja navn/nøvn, føðingardag, mobilnummar og meyladressu.

Føroyingafelagið í Aarhus heldur til í hølum felagsins, Áarstova. Í Áarstovu er millum annað ráðgeving fyri føroyingar búsitandi í Aarhus, føroyskur barnaskúli, føroyskur sunnudagsskúli, føroyskur dansur og annað virksemi.

Føroyingafelagið í Aarhus varð stovnað hin 14. septembur í 1963. Stovningarfundurin var settur á Hotel Regina í Aarhus kl 20.00 av Zakarias F. Wang úr Kaldbak. Jon Simonsen úr Sandavági var orðstýrari á fundinum. Umleið 20 føroyingar møttu upp til hetta fyri okkum í dag so týdningarmikla endamál.

Á fundinum varð Zakarias F. Vang valdur til formann, Eyðun á Rógvu Olsen til peningarøkil og Anna Lassen til skrivara. Aðrir nevndarlimir vóru Anna Kastrup og Kristina Evensen Bergstedt. Til tiltakslimir vóru valdir Flemming Augustinussen og Andru Harboe Ree. Til grannskáðarar vóru valdir Petur Zakariassen og Carl Mikkelsen.